Byggja íbúðir í Leirvík

Byggja íbúðir í Leirvík
Eysturkommuna fer 26. januar at gera av, hvør sleppur at keypa grundøkið, har íbúðirnar skulu byggjast
Ætlanin er byggja átta til tíggju íbúðir í Fløtugerði í Leirvík.
Mynd: Eysturkommuna  
 
20.12.2022 - 09:01

Eysturkommuna fekk nøkur tilboð, nú eitt grundøki í Leirvík til íbúðarbygging var til sølu.

Býráðið fer 26.januar at gera av, hvør sleppur at keypa.

Grundøkið er í Fløtugerði. Tað er 1215 fermetrar, og verður selt fyri 182 túsund og 250 kónur, fyri 150 krónur fermeturin.

Per Martin Gregersen, borgarstjóri, væntar, at bygdar vera átta til tíggju íbúðir.

Í útbjóðingartilfarinum setti kommunan sum treyt, at byggingin skal vera fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, og allar skulu hava gott útsýni.

Talan kann vera um eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523