100.000 sjúkrarøktarfrøðingar í verkfall

100.000 sjúkrarøktarfrøðingar í verkfall
Bretsku sjúkrarøktarfrøðingarnir krevja, at lønin hækkar meira enn prísvøksturin
Sjúkrarøktarfrøðingarnir krevja, at lønarhækkingin verður størri enn prísvøksturin, men stjórnin vil ikki lata meira enn 4-5 prosent.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.12.2022 - 09:42

Umleið 100.000 sjúkrarøktarfrøðingar í Bretlandi, Wales og Norðurírlandi fara fyri aðru ferð í 106 ára longu søgu felagsins í verkfall. 

Verkfall var eisini hósdagin.

Verkfallið í morgin er partur av alsamt beiskari stríðnum millum sjúkrarøktarfrøðingar og stjórnina um løn. 

Eftir lønarniðurskurð í fleiri ár, krevja sjúkrarøktarfrøðingarnir nú, at lønin hækkar meira enn prísvøksturin. 

 

4-5 prosent

Stjórnin svarar, at búskaparliga afturgongdin ger, at lønin kann ikki hækka meira enn 4 - 5 prosent.

Verkfallið í morgin rakar ikki Skotland.

Fleiri bólkar í almenna og privata geiranum fyrireika verkfall um jóltíðir, við kravi um betri løn og arbeiðsviðurskifti.

Prísvøksturin er í løtuni umleið 11 prosent um árið.

Mikudagin fara portørar í verkfall, og tað eru m.a. eisini tey, sum svara telefonum á neyðsentralinum, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Morgunlestur mikudagur 17.desember 2025
200536
Týsdag 16. desember
Breddin: Suðuroyartunnilin aftur í tinginum
201586
Týsdag 16. desember
Morgunlestur týsdagur 16.desember 2025
200535
Mánadag 15. desember
Við Tórði á jólatúri
201550
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552
Mánadag 15. desember
Vigdís 3:4 - teknmálstulkað
201549