Dømdur fyri at hava riflu og 90 patrónir í bilinum

Dømdur fyri at hava riflu og 90 patrónir í bilinum
Riflur eru ólógligar í Føroyum, og maðurin er dømdur sjey mánaða treytaða fongsulsrevsing fyri at bróta vápnalógina
Maðurin fekk sjey mánaðir, tí hann er eisini dømdur fyri eitt harðskapsmál og eitt mál um hava deilt eitt sjónbandabrot.
 
21.12.2022 - 09:14

Fyri fyrstu ferð hevur Føroya rættur dømt ein mann fyri at bróta grein 192a í revsilógini um vápn.

Hon kom í gildi á Føroyum 1. januar 2020.

Ein 26 ára gamal maður fekk sjey mánaða treytaða fongsulsrevsing fyri at hava havt eina riflu við kikarasikti og 90 patrónir við sær í einum bili. 

Riflur eru ólógligar í Føroyum. 

Í dóminum sigur Føroya rættur, at tað kemur undir grein 192a at hava eitt vandamikið vápn um hendi á almennum stað.

Umstøður vóru ikki í málinum, sum gjørdu, at talan ikki var um serliga skerpandi umstøður, sigur rætturin. 

 

Eisini dømdur í harðskapsmáli

Rætturin sigur, at hóast riflan var tikin sundur, kundi hon bæði skjótt og lætt setast saman aftur.

Tá mett var, hvat revsingin skuldi vera, vísti Føroya rættur á, at í viðmerkingunum um ásetingina stendur, at hevur tú vandamikil vápn um hendi saman við lóðuri á almennum støðum, skal hetta geva eina revsing, sum er seks mánaða fongsul.

Maðurin fekk sjey mánaðir, tí hann er eisini dømdur fyri eitt harðskapsmál og eitt mál um hava deilt eitt sjónbandabrot.

Dómurin hjá Føroya rætti er ikki kærdur til Landsrættin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523