Mannað russiskt rúmdarfar í trupulleikum

Mannað russiskt rúmdarfar í trupulleikum
Russland kannar um eitt bjargingarfar skal sendast út til altjóða rúmdarstøðina ISS, eftir at eitt rúmdarhyldki fór at leka í seinastu viku
Ein streymur av bitlum streyma út frá rúmdarhylkinum Soyuz MS-22
Mynd: NASA  
 
23.12.2022 - 09:41

Mikudagin í farnu viku fór bremsi-væta at leka út í rúmdina úr russiska rúmdarhylkinum av slagnum Sojuz MS-22. Sjónvarpsmyndir frá NASA vísa hvítar bitlar, sum líkjast kavaflykrum, streyma út frá rúmdarhylkinum.

Russland kannar nú, um rúmdarfarið er trygt at brúka. Í løtuni eru sjey fólk umborð á rúmdarstøðini, men ISS hevur bara eitt bjargingarfar og har er bara pláss fyri fýra fólkum.

Sergej Krikaljov, leiðari fyri mannaðum rúmdarferðum á russiska rúmdarstovninum Roskosmos, sigur, at skaðin verður kannaður. Vísa greiningar, at hylkið ikki er egnað til mannaðar rúmdarferðir, fer Russland at skjóta út eina aðra Sojuz-rakett miðskeiðis í mars, og hon er ómannað, sigur Krikaljov. 

Rúmdarhylkið, sum hevur fingið skaða, fer so aftur til jørðina við ongari manning, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107