Suðurkorea hevur minsta føðitíttleika í heiminum

Suðurkorea hevur minsta føðitíttleika í heiminum
Í Suðurkorea fær hvør kvinna í miðal bara 0,79 barn, sambært tølum fyri november
 
24.12.2022 - 11:38

Til samanberingar er føðitíttleikin í USA 1,6 og í Japan 1,3. Títtleikin má vera umleið 2,1 fyri at varðveita fólkatalið.

Lítli føðitíttleikin elvir til stórar trupulleikar í eldrarøktini, tí ov fá fólk eru til at taka sær av teimum eldru, og ov fá eru til at veita landinum skattainntøkur til at rinda penjónirnar. Fíggjarligu umstøðurnar eru oftast orsøkin til, at tey ungu í landinum ikki fáa børn, - eitt nú, tí tað er dýrt at keypa hús og at leiga, útbúgving er dýr og búskapurin er óstøðugur.

Stjórnin umhugsar nú at veita nýføðingum úr 1.600 upp í 3.800 krónur í stuðli um mánaðin fyrstu 12 mánaðirnar, skrivar CNN.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980