Sjálvstýrisflokkurin í Streymoynni tekur ikki við tunnilsuppskotinum

bannari
Sjálvstýrisflokkurin í Streymoynni tekur ikki við tunnilsuppskotinum
Felagið undrast á, at løgtingið viðger eitt uppskot, sum so nógv óvissa og ivamál eru um
Kristianna W. Poulsen er forkvinna í Streymoyar Sjálvstýrisfelag
 
30.08.2013 - 07:56

Heldur ikki í egnum flokki hevur landsstýrismaðurin í innlendismálum undirtøku fyri mannagongdini í málinum um Eysturoyartunnilin.

Streymoyar Sjálvstýrisfelag kolldømir ikki uppskotið hjá formanni floksins um privatu loysnina. Men felagið undrast á, at løgtingið viðger eitt lógaruppskot, sum so nógv óvissa og ivamál eru um.

Streymoyar Sjálvstýrisfelag tekur undir hesum umstøðum ikki undir við, at løgtingið samtykkir tunnilsmálið á verandi grundarlagi.

Tinglimurin hjá Sjálvstýrisflokkinum, Jógvan Skorheim, segði við Útvarpið í gjár, at hann stuðlar Kára P. Højgaard. Hann dugir ikki at síggja nakra aðra loysn enn at lata privat gera Eysturoyartunnilin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961