Lise Nørgaard er deyð

Lise Nørgaard er deyð
Hon er serliga kend fyri at hava skrivað handritið til sjónvarpsrøðina "Matador"
Lise Nørgaard var 105 ára gomul, nú hon doyði.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.01.2023 - 08:48

Danski journalisturin og rithøvundurin Lise Nørgaard er deyð. Hon bleiv 105 ár.

Lise Nørgaard, sum andaðist í gjárkvøldið, er serliga kend fyri at hava skrivað handritið til sjónvarpsrøðina "Matador".

Í 1992 og 1993 gav hon út sjálvævisøgurnar "Kun en pige" og "De sendte en dame". Í bókunum lýsti hon millum annað síni barnaár í Roskilde og lærutíðina sum journalistur á Roskilde Dagblad. Í 1995 bleiv "Kun en pige" eisini gjørd til film.

Lise Nørgaard hevur fingið fleiri heiðurslønir, og í 1994 gjørdist hon riddari av Dannebrog. Í heimbýnum Roskilde er eisini ein bronsustandmynd gjørd av henni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329