Nøvn sett á nevndarforfólkini og nevndarlimirnar í løgtinginum

Nøvn sett á nevndarforfólkini og nevndarlimirnar í løgtinginum
Eftir drúgvar samráðingar í dag eru nøvn loksins sett á forfólkini í føstu løgtingsnevndunum
Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum verður forkvinna í Fíggjarnevndini, meðan Sólvit E. Nolsø úr Framsókn verður formaður í Mentanarnevndini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.01.2023 - 18:30

Telvingin um nevndarsessirnar, serliga formanssessirnar, í løgtinginum er nú liðug. 

Leingi hevur verið greitt, at Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum skuldi vera forkvinna í Fíggjarnevndini, men nú er eisini nøvn sett á hini forfólkini í føstu løgtingsnevndunum.

Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum verður formaður í Uttanlandsnevndini, Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi verður forkvinna í Rættarnevndini, Sólvit E. Nolsø úr Framsókn verður formaður í Mentanarnevndin og Hans Jacob Thomsen úr Javnaðarflokkinum verður formaður í Løgtingsmálanevndini. 

Greitt er nú eisini, at andstøðan fær formannin í Vinnunevndini, ið verður Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum, og at Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum verður formaður í Trivnaðarnevndini. 

Her er eitt samlað yvirlit yvir allar løgtingsnevndirnar. 

Fíggjarnevndin
Eyðgunn Samuelsen (C), forkvinna
Beinir Johannesen (A)
Bjarni Hammer (C)
Eirikur í Jákupsstovu (E)
Hanna Jensen (F)
Magnus Rasmussen (B)
Steffan Klein Poulsen (H)

 

Vinnunevndin
Erhard Joensen (B), formaður
Eyðdis Hartmann Niclasen (B)
Jørgen Niclasen (A)
Árni Skaale (A)
Uni Holm Johannesen (C)
Annika Olsen (E)
Karlot Hergeirsson (F)

 

Rættarnevndin
Hervør Pálsdóttir (E), forkvinna
Kim Durhuus (C)
Kristianna Winther Poulsen (C)
Henrik Old (C)
Helgi Abrahamsen (B)
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (A)
Steffan Klein Poulsen (H)

 

Mentanarnevndin
Sólvit E. Nolsø (F), formaður
Súsanna Bertholdsen (C)
Jóhannis Joensen (C)
Erling Eidesgaard (E)
Liljan Weihe (E)
Magnus Rasmussen (B)
Bárður á Lakjuni (A)

 

Uttanlandsnevndin
Bjarni Hammer (C), formaður
Liljan Weihe (E)
Annika Olsen (E)  
Bárður á Steig Nielsen (B)
Jacob Vestergaard (A)
Sólvit E. Nolsø (F)
Jenis av Rana (M)

 

Trivnaðarnevndin
Jørgen Niclasen (A), formaður
Árni Skaale (A)
Kaj Leo Holm Johannesen (B)
Johan Dahl (B)
Hans Jacob Thomsen (C)
Súsanna Bertholdsen (C)
Liljan Weihe (E)

 

Landsstýrismálanevndin
Hans Jacob Thomsen (C), formaður
Hanna Jensen (F)
Bárður á Steig Nielsen (B)

 

Hoyr innslagið, ið Jón Brian Hvidtfeldt gjørdi úr løgtinginum í útvarpstíðindunum klokkan 18. 

Jonbrian_beinleidis_ur_tinginum_050112023

 

Í Norðurlandaráðið fyri Føroyar fara Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi og Johan Dahl úr Sambandsflokkinum. 

Liljan Weihe og Eyðdis Hartmann Niclasen eru varalimir.

Í Útnorðurráðnum eru Henrik Old, Erling Eidesgaard, Karlot Hergeirsson, Jenis av Rana, Bárður á Lakjuni og Eyðdis Hartmann Niclasen.

Løgtingið valdi eisini løgtingsgrannskoðarar í gjár.

Jóhannis Joensen, Erling Eidesgaard, Erhard Joensen og Jacob Vestergaard blivu valdir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360