Visit Tórshavn skal hava nýggjan stjóra

Visit Tórshavn skal hava nýggjan stjóra
Liljan Weihe gevst, nú hon hevur tikið sæti á tingi
Liljan Weihe hevur verið stjóri í Visit Tórshavn síðani 1. januar 2021, men gevst í starvinum, nú hon er vorðin løgtingskvinna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.01.2023 - 09:10

Visit Tórshavn skal hava nýggjan stjóra fyri Liljuna Weihe, sum tók sæti á tingi sum varafólk fyri Tjóðveldi, tá nýggja landsstýrið var skipað.

Henny á Líknargøtu, nevndarforkvinna í Visit Tórshavn, sigur, at avgerðin at skifta stjóra er tikin í sátt og semju við verandi stjóra. 

Liljan Weihe hevur røkt starvið sum stjóri í Visit Tórshavn síðani 1. januar 2021.

Starvslýsingin eftir nýggjum stjóra verður væntandi klár í vikuni, og miðað verður eftir, at nýggi stjórin byrjar í starvi um einar tveir mánaðir.

Liljan Weihe røkir starvið, til nýggjur stjóri er settur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329