Vit kláraðu okkum væl gjøgnum koronukreppuna

Vit kláraðu okkum væl gjøgnum koronukreppuna
Færri fólk doyðu enn aðrastaðni, gerandisdagurin var ikki so nógv ávirkaður, og almenningurin helt, at tiltøkini vóru hóskandi
 
09.01.2023 - 13:18

Samanborið við onnur lond, kláraðu Føroyar seg væl gjøgnum koronukreppuna.

Tað er høvuðsniðurstøðan í frágreiðingini "Hvussu stýrdu Føroyar gjøgnum Covid-19 kreppuna", sum Løgmansskrivstovan læt úr hondum í dag. 

Høvuðsniðurstøðan er serliga grundað á tríggjar staðfestingar um hetta tíðarskeiðið. 

 

 

Fá doyðu

Fyri tað fyrsta eru fá fólk deyð av sjúkuni í Føroyum samanborið við onnur lond. Mett verður, at 28 fólk eru doyðu av ella við koronu frá mars 2020 til februar 2022. Tað svarar til 518 deyð fyri hvørja millión íbúgvar. 

Hetta eru umleið fimm ferðir minni enn í Bretlandi, USA og Italia, men kortini eitt vet meira enn í Íslandi. 

Í øðrum lagi ávirkaði kreppan í minni mun gerandislívið hjá fólki í Føroyum enn aðrastaðni. Í kanningin verður staðfest, at Føroyar eru millum tey londini, sum hava verið minst ávirkað av kreppuni, tá hugsað verður um virksemið og gerandsdagin hjá fólki. 

Millum annað tí, at stýringin í Føroyum í høvuðsheitum var framd við tilmælum heldur enn lógum. 

 

 

Hóskandi tiltøk

Og triðja og síðsta staðfestingin er, at hugburðurin hjá almenninginum gjøgnum at kalla alla kreppuna var, at tiltøkini hjá myndugleikunum vóru hóskandi. 

Kanningar hjá bæði Fróðskaparsetrinum og Løgmansskrivstovuni í koronutíðini vísa, at ein stórur meiriluti av føroyingum tók undir við teimum tiltøkum og tilmælum, sum vóru sett í verk. 

36 hoyringarpartar hava verið við í eftirmetingini hjá Løgmansskrivstovuni.

Les frágreiðingina her.

 

 

Hoyr samrøðu við Rógva Olavson, fulltrúa á Løgmansskrivstovuni og verkætlanarleiðara á eftirmetingini av koronuhandfaringini:

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Rógvi Olavson hevur verið verkætlanarleiðari í sambandi við eftirmetingina. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. juli
Guðstænasta í Skála kirkju
194405
Leygardag 12. juli
Morgunlestur leygardagur 12.juli 2025
194084
Fríggjadag 11. juli
Praktikanturin: Erika Hentze Niclasen
194337
Fríggjadag 11. juli
Radio Stjernekilde II - part 5
194323
Nýggjastu sendingar í SV