Hýruvognsførarar góvu tvær milliónir ov lítið upp í skatti

Hýruvognsførarar góvu tvær milliónir ov lítið upp í skatti
Avtala er gjørd við 14 hýruvognsførarar um at rinda peningin aftur
TAKS heldur fram at kanna hýruvognsvinnuna
 
02.09.2013 - 10:40

Eftirlitið hjá TAKS er komið eftir, at 14 hýruvognsførarar, frá 2009 til 2010, ikki hava ført nøktandi roknskap sambært skattalógini. Tað vísir ein fyribils kanning. Hýruvognsførararnir hava tilsamans givið 1,9 millión krónur ov lítið upp til skattingar.

TAKS hevur gjørt eina avtalu við hýruvognsførararnar um at rinda pengarnar aftur. Síðani eftirlitini vórðu gjørd, hava fleiri hýruvognsførarar sjálvbodnir rættað sín roknskap og sjálvuppgávu fyri 2011 og 2012.

Hýruvognsførar tørn

Fyri nøkrum árum síðani setti TAKS sjóneykuna á koyrilærararnar, og nú standa hýruvognsførarar fyri tørni. Fyribils úrslitini av eftirlitsarbeiðinum vísa, at neyðugt er við fleiri eftirlitum, tí óskil var í roknskapinum hjá at kalla øllum teimum kannaðu hýrivognsførarunum.

Við at hyggja nærri at bæði sjálvuppgávunum og roknskapunum hjá hýruvognsførarunum, kundi eftirlitið hjá TAKS staðfesta, at ov lítið er givið upp. TAKS heldur fram at kanna hesa vinnu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763