Vil hava løgmann at svara fyrspurningi frá Høgna Hoydal

bannari
Vil hava løgmann at svara fyrspurningi frá Høgna Hoydal
Løgtingsskrivstovan hevur mint løgmann á, at freistin at svara er farin
Høgni Hoydal spyr m.a., um løgmaður ætlar at loysa Kára P. Højgaard úr starvi
 
02.09.2013 - 11:15

Løgtingsskrivstovan hevur biðið løgmann um alt fyri eitt at svara nøkrum spurningum frá Høgna Hoydali, løgtingsmanni. Freistin hjá løgmanni at svara var úti hósdagin, og fríggjadagin rykti Løgtingsskrivstovan eftir svarinum.

Høgni Hoydal setti tann 16.august løgmanni skrivligan fyrispurning um fyrisitingina hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, í tunnilsmálinum. Høgni Hoydal spyr um endurgjaldið upp á eina millión kr., sum Innlendismálaráðið skal gjalda, nú sáttmálin um Eysturoyartunnilin ikki varð undirskrivaður fyri 1.september.

Rættarnevndin freist til 6. september

Rættarnevndin, sum hevur málið, hevur sambært tingskipanini freist til 6.september at skriva álit, tí fyrsta viðgerð í tinginum var 6.august. Fyri at sleppa undan endurgjaldinum skuldi løgtingið víkja frá vanligu viðgerðartíðini, sigur Høgni Hoydal.

Hann spyr eisini um upplýsingarnar, sum tingið ikki fekk við lógaruppskotinum, ella sum verða afturhildnar. At enda spyr Høgni Hoydal, um løgmaður ætlar at loysa Kára P. Højgaard úr starvi og reisa revsimál móti honum sambært lógini um ábyrgd landsstýrismanna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285