Nýggja landsstýrið hevur fyrsta fundin í dag

Nýggja landsstýrið hevur fyrsta fundin í dag
Tvey lógaruppskot eru á skránni. Ætlanin er at hava landsstýrisfund hvønn týsdag
Nýggja landsstýrið á fyrsta fundinum í morgun.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.01.2023 - 09:14

Fyrsti vanligi landsstýrisfundurin hjá nýsetta landsstýrinum er fyrrapartin í dag.

Tvey lógaruppskot eru á skránni.

Annað er um at leingja tíðarskeiðið, har fólk fáa meirvirðisgjaldið aftur, tá tey keypa ein nýggjan elbil. Ætlanin er, at tað skal vera afturvirkandi til 1.januar í ár.

 

Ikki neyvt tað sama

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at uppskotið er ikki neyvt tað sama, sum undanfarna samgonga kom við. Hvørjar broytingar eru, vil hann ikki siga nú.

Hitt er uppskotið um at yvirtaka farsóttarmálsøkið.

Tað verður sama uppskot, sum undanfarna landsstýri kom við í løgtingið.

 

Fund hvønn týsdag

Uppskotið um fíggjarlóg fyri 2023 skal fyri løgtingið 14.februar, hevur landsstýrið sett fær fyri. 

Hetta landsstýrið ætlar, júst sum tað undanfarna, at hava fund týsdagar.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040