Føroya Arbeiðsgevarafelag: Brot á sáttmálar verða tikin í størsta álvara

Føroya Arbeiðsgevarafelag: Brot á sáttmálar verða tikin í størsta álvara
Føroya Arbeiðsgevarafelag vil ikki hava sitandi á sær, at felagið einki ger við brot á sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum
Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, vísir aftur, at Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki tekur brot á sáttmálarar í álvarar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.01.2023 - 12:28

Leygardagin varð skriv lagt út á Vágaportalin, sum ákærir Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri einki at gera við brot á sáttmálar í málinum um útlendingarnar, sum ikki fáa løn. 

Í skrivinum hjá Vágaportalinum stendur millum annað, at "antin má Vinnuhúsið taka koyrilin fram og fáa limirnar, sum felagið hevur ábyrgdina av, ganga í takt og síggja til, at teir liva upp til tað, sum verður væntað av teimum. Ella má onkur annar taka sær av tí."

Hetta vil Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, ikki hava sitandi á sær. 

Stjórin í Vinnuhúsinum heldur, at meiri kunning er rætta amboðið, um mann ynskir at minka um brotini á sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum. 

Niels_Winther_um_sattmalabrot_01

Vinnuhúsið og útlendingastovan skipa í næstum fyri einum kunningarfundi um sáttmálaviðurskifti og lóggávu í sambandi við útlendska arbeiðsmegi. 

Eisini vera umboð frá danska SIRI, sum er Styrelsen for International Rekruttering og Integration.

Niels_Winther_um_sattmalabrot_02

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297