Aksel við Mette: Gev okkum størri uttanríkispolitiskt rásarúm

Aksel við Mette: Gev okkum størri uttanríkispolitiskt rásarúm
Avmarkingar í uttanríkispolitisku lógini, sum landsstýrið vil beina burtur, vóru á skránni, tá løgmaður hitti forsætisráðharran í Keypmannahavn í gjár
Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri
Mynd: Løgmansskrivstovan  
 
18.01.2023 - 08:25

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hittust seinnapartin í gjár í Forsætismálaráðnum í Keypmannahavn.

Ovast á skránni til fundin vóru avmarkingarnar í uttanríkispolitisku lógini, sum landsstýrið vil beina burtur, so at Føroyar meira enn nú kunnu røkja síni áhugamál úti í heimi. 

"Eg gjørdi vart við, at fleiri landsstýri ferð eftir ferð hava víst á tørvin at broyta uttanríkispolitisku lógina, men tað gongur seint at fáa framt hesar broytingarnar," sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.


Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og hennara nýggja stjórn, sum longu er komin í mótvind orsaka av ætlanin at avtaka dýrabiðidag / Mynd: Ritzau-Scanpix

 

Størri rásarúm

Málið er enn sum áður at vinna Føroyum størri uttanríkispolitiskt rásarúm á økjum, sum Føroyar sjálvt hevur ábyrgdina av. 

"Okkara uttanríkispolitisku áhugamál eru ikki altíð tey somu, sum Danmark hevur, tí millum annað ræðið á handils- og fiskivinnupolitikkinum er flutt til ES," sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162