Reiley skal kappast móti hesum sangunum í Melodi Grand Prix

Reiley skal kappast móti hesum sangunum í Melodi Grand Prix
Átta sangir eru útvaldir til at kappast um heiðurin at umboða Danmark á Eurovisión-sangkappingini, og ein er "Breaking My Heart" hjá føroyska Reiley. Tú kanst hoyra teir her
Føroyski Reiley skal kappast móti sjey øðrum tónlistafólkum um at sleppa at umboða Danmark í Eurovisión-sangkappingini
 
20.01.2023 - 11:15

Leygarkvøldið 11. februar skal danska umboðið til Eurovisión sangkappingina finnast, tí tá verður danska Melodi Grand Prix 2023 sent beinleiðis á DR1 og DRTV úr Næstved, sum er ársins Grand Prix býur í Danmark. 

Millum tey átta, ið eru við í kappingin um at vinna sær heiðurin at umboða Danmark í Eurovisión, er Rani Petersen úr Havn, sum framførir undir navninum Reiley. 

Danmark hevur staðið seg illa í Eurovisión sangkappingini seinastu tvey árini, tí hvørki Reddi í fjør ella Fyr og Flamme í 2021 kláraðu at syngja seg í finaluna við sangunum "The Show" og "Øve os på hinanden". 

Í grundini einki at siga til, tí sangirnir vóru ikki nóg góðir. 

Hetta ætla donsku fyriskipararnir eyðsæð ikki skal henda aftur, og tí eru nógvir sterkir popp- og rokksangir við í ár, so føroyski Reiley og hansara "Breaking My Hear" fær harða kapping. 

Her eru teir átta sangirnir, ið kappast um at vinna danska Melodi Grand Prix 2023 í Arena Næstved 11. februar. 

 

Maia maia: Beautiful bullshit

Listafólk: Maia maia

Sangskrivari og framleiðari: Maja Barløse

Sangskrivarar: Joy Deb, Niclas Lundin

 

Søren Torpegaard Lund: Lige her

Listafólk: Søren Torpegaard Lund

Framleiðari: Søren Christensen

Lagsmiðir: Tim Schou, Steven McClintock

Teksthøvundar: Tim Schou, Martin Palme Skriver, Lasse Storm Olsen

 

Mariyah LeBerg: Human

Listafólk: Mariyah LeBerg

Framleiðari: Chief 1

Sangskrivarar: Chief 1, Moon Mariyah Ellise Traasdahl, Nermin Harambasic

 

Nicklas Sonne: Freedom

Listafólk: Nicklas Sonne

Framleiðari, lagsmiður og teksthøvundur: Nicklas Sonne

 

Frederik Leopold: Stuck on you

Listafólk: Frederik Leopold

Framleiðari: Lasse Lindorf

Sangskrivarar: Lasse Lindorf, Frederik Jyll

 

Eyjaa: I was gonna marry him

Listafólk: Eyjaa

Sangskrivarar: Anders Hansen, Rasmus Olsen, Thomas Buttenschön, Maria Broberg

 

Reiley: Breaking my heart

Listafólk: Reiley

Sangskrivarar: Sivert Hjeltnes Hagtvet, Hilda Stenmalm, Bård Mathias Bonsaksen, Rani Petersen

 

Micky Skeel: Glansbillede

Listafólk: Micky Skeel

Lagsmiðir og tekshøvundar: Micky Skeel, Martin Per Bjelke

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. oktober
Jambalaja - 191024
182302
Leygardag 19. oktober
Vikan 19. oktober 2024
182301
Leygardag 19. oktober
Upp á tá - 181024
182298
Fríggjadag 18. oktober
Vikuskiftið 18. okt. 2024
182282
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. oktober
Guðstænasta úr Húsavíkar kirkju
182318
Leygardag 19. oktober
NM í vektlyfting 1:2
182288
Fríggjadag 18. oktober
Kom á val 01
182263
Fríggjadag 18. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182249
Fríggjadag 18. oktober
Veðrið
182278