Grønlendskur filmur tilnevndur til ein Oscar

Grønlendskur filmur tilnevndur til ein Oscar
"Ivalu" kallast grønlendski stuttfilmurin, ið snýr seg um kynsliga misnýtslu og sjálvmorð, og sum nú er í uppskot til eina Oscar-heiðursløn
"Ivalu" snýr seg um tabu sum kynsliga misnýtslu og sjálvmorð
 
24.01.2023 - 14:47

Talan er um eina stórhending fyri grønlendsku filmsvinnuna, nú ein grønlendskur filmur er í uppskoti til eina Oscar-heiðursløn. 

Stuttfilmurin "Ivalu", sum danin Anders Walter og grønlendska Pipaluk K. Jørgensen hava leikstjórnað, er millum teir fimm tilnevndu filmarnar í bólkinum "Live-action short film". 

"Ivalu", sum byggir á viðurkendu myndaskaldsøguna við sama navni eftir Morten Dürr og Lars Horneman, snýr seg um gentuna Pipaluk (Mila Heilmann Kreutzmann), sum býr í einari grønlendskari bygd saman við pápanum  (Angunnguaq Larsen) og stórusystrini Ivalu (Nivi Larsen).

Familjan fer í upploysn, pápin drekkur, og brádliga hvørvur Ivalu, sum hevur verið fyri kynsligum misbrúki.

Meðan pápin ikki ger nevnivert fyri at finna Ivalu, so noktar Pipaluk at viðkenna ta sannroynd, at stórasysturin er horvin.

Í síni leitan eftir Ivalu, so fer Pipaluk á eina persónliga ferð, har hon eisini fær hjálp frá síni andatrúgv, ið fyllir so nógv í grønlendsku mentanini. 

Burturúr er sprottin ein hugtakandi 16 minuttir langur stuttfilmur, sum nú er tilnevndur til ein Oscar. 

 

Danskur heimildarfilmur eisini tilnevndur

Danski heimildarfilmurin (dokumentarfilmurin) "A House Made of Splinters" er eisini í uppskoti til ein Oscar fyri besta heimildarfilm. 

Filmurin gongur fyri seg í einum barnaheimi í Ukraina og er leikstjórnaður av Simon Lereng Wilmont.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860