Fyrireika nú uppskot um landsroknskapin

Fyrireika nú uppskot um landsroknskapin
Løgtingsvalið gjørdi, at uppskotið, sum skuldi leggjast fram í seinasta lagi 1. desember, kom ikki í tingið
Jóhannis Joensen er formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.01.2023 - 10:43

Løgtingsgrannskoðararnir skulu fyrsta dagin leggja fyri løgtingið uppskot til samtyktar um landsroknskapin fyri 2021.

Sambært lógini um grannskoðan av landsroknskapinum skulu løgtingsgrannskoðararnir í seinasta lagi 1. desember leggja fyri Løgtingið uppskot til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri undanfarna ár saman við viðmerkingum sínum. 

Men hetta hendi ikki í fjør, tí løgtingsval var skrivað út.

Uppskotið kom ikki í løgtingið.

Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum er nú formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum.

Hinir nevndarlimirnir eru Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum, Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi og Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391