Skulu skjótari úr fiskavirkisskipanini

Skulu skjótari úr fiskavirkisskipanini
Stýrið fyri ALS hevur gjørt tilmæli um broytingar í fiskavirkisskipanini
Eyðfinnur Jacobsen er formaður í stýrinum fyri ALS.
 
25.01.2023 - 11:27

Stýrið í ALS hevur gjørt tilmæli um at gera broytingar í fiskavirkisskipanini.

Endamálið er, at fólk í fiskavirkisskipanini skulu fara skjótari í vanligu arbeiðsloysisskipanina og harvið í annað arbeiði. 

Fiskavirkisskipanin kostaði ALS 25 milliónir kr. í fjør. Útreiðslan er vaksin støðugt seinastu árini.

 

 

Sí innslag í Degi og Viku og samrøðu við Eyðfinn Jacobsen, stýrisformann í ALS, her:

 

230124_DV_FISKAVIRKINGSSKIPAN



ALS-stýrið samtykti broytingarnar 14. desember.

Landsstýriskvinnan í arbeiðsmarknaðarmálum, Ingilín D. Strøm, hevur ikki fingið tilmælið frá ALS enn og hevur tí onga viðmerking til málið.

ALS og landsstýriskvinnan hittast á fundi fyrst í februar. 


 
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847