Tórsvøllur fær LED-ljós

Tórsvøllur fær LED-ljós
Tórshavnar býráð hevur einmælt samtykti at játta 5,5 milliónir krónur til nýggj LED-ljós til Tórsvøll.
12 ára gomlu ljósini á Tórsvølli hava tænt fyri seg og verða nú skift út
 
28.01.2023 - 11:34

Verandi mastrar og ljósskipan á Tórsvølli, sum eru frá 2011, eru í vánaligum standi og lúka ikki longur ásettu krøvini. Millum annað fór ljósið mitt undir einum landskappingardysti í heyst.

Nýggja skipanin skal vera liðug til landsdystirnar í juni mánaði.

Talan er um LED-ljóskastarar í mastrunum og stadiontakinum, sum skulu setast upp í apríl og verða klárir at taka í brúk ikki seinni enn seinnu hálvu av mai mánaði.

Stóri ljósskipanarveitarin, Musco Lighting Europe, hevur fingið arbeiðið, so tjóðarvøllurin fær best møguligu ljósviðurskifti komandi 10 árini.

Tilsamans kosta nýggju ljósini á Tórsvølli 11 milliónir krónur, og Tórshavnar kommuna og Fótbóltssambandið rinda hvør sína helvt, 5,5 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
Norðurljóð 2.november 2026
215022
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711