Stríðsval um nevndarsessir í sjúkrarøktarfrøðingafelagnum

Stríðsval um nevndarsessir í sjúkrarøktarfrøðingafelagnum
Valið verður talgilt, og úrslitið verður greitt fyri aðalfundin 18. mars
Hesar fýra stilla upp til teir báðar nevndarsessirnar í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Frá vinstru: Ása Samuelsen, Rakul Pállsdóttir Vang, Sylvia Thomsen og Teresa Damgaard-Jarnfoss.
Mynd: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.  
 
06.02.2023 - 15:30

Fýra sjúkrarøktarfrøðingar bjóða seg fram til nevndarvalið í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. 

Freistin at stilla upp var úti 1. februar. 

Tær fýra, sum bjóða seg fram til teir báðar nevndarsessirnar á valinum, eru Ása Samuelsen, Rakul Pállsdóttir Vang, Sylvia Thomsen og Teresa Damgaard-Jarnfoss.

Teresa Damgaard-Jarnfoss er í løtuni næstforkvinna í nevndini, og Ása Samuelsen er nevndarlimur. Rakul Pállsdóttir Vang og Sylvia Thomsen bjóða seg fram fyri fyrstu ferð.

Valið verður talgilt, og úrslitið verður greitt fyri aðalfundin 18. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360