Putin heldur røðu í morgun

Putin heldur røðu í morgun
Russiski forsetin fer at halda røðuna í yvirhúsinum, og russiskir miðlar bíða í spenningi
Seinast, Putin helt røðu í yvirhúsinum, var 21. apríl í 2021, tað er eitt ár fyri innrásina í Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
21.02.2023 - 08:28

Klokkan níggju í morgun fer russiski forsetin, Vladimir Putin, at halda røðu, og russisku miðlarnir bíða í spenningi.

Í gjár setti russiska tíðindarásin Rossiya 24 eina niðurteljing á sjónvarpsskíggjan.

Russiski forsetin fer at halda røðu í yvirhúsinum í russiska lóggávutinginum, og har plagar hansara tóni at vera harður.

Seinast, hann helt røðu har, var 21. apríl í 2021, tað er eitt ár fyri innrásina í Ukraina.

Tá tosaði Vladimir Putin um eina evropeiska trygdarkreppu. Hann ákærdi Ukraina fyri at vera í holt við at útvega sær kjarnorkuvápn, og hann segði, at hann ikki longur hevði álit á Vesturheiminum.

- Hvussu leingi aftrat kanst tú finna finna teg í hesum, spurdi russiski forsetin tá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974