Tey ungu vilja skapa egnar royndir í arbeiðslívinum

Tey ungu vilja skapa egnar royndir í arbeiðslívinum
Kanning vísir, at 67 prosent av teimum spurdu vilja arbeiða tænastuvinnuni, men bara seks prosent vilja arbeiða í tilfeingisvinnuni
Kanningin vísir, at 67 prosent av teimum spurdu vilja arbeiða í tænastuvinnuni. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
28.02.2023 - 08:27

Hugburðurin hjá undanfarnum starvsfólkum, heitið á starvinum og umdømið hjá fyritøkuni vigar ikki tungt í hugaheiminum hjá ættarliðnum, tá tey skulu velja sær starv. 

Sambært eini kanning er unga ættarliðið sjálv­bjarg­ið og vil skapa egnar royndir í arbeiðslívinum.

1.100 fólk vóru við í einari kanning um føroyska ættarliðið Z um, hvat tey vilja við arbeiði sínum.

67 prosent vilja arbeiða í tænastuvinnuni. 

 

Serligur áhugi fyri heilsuverkinum

Áhugi er serliga fyri heilsuverkinum og sosialum fyriskipanum.

Bara seks prosent vilja arbeiða í tilfeingisvinnuni, og 11 prosent ætla at fara í framleiðsluvinnuna.

69 prosent vilja arbeiða í Føroyum. Bara fýra prosent ætla sær ikki arbeiða í Føroyum.

Fjórðingurin heldur, at lønin er nóg góð í Føroyum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028