Biden og Scholz hittast í Washington

Biden og Scholz hittast í Washington
Ukraina og Kina standa ovast á breddanum, tá amerikanski forsetin og týski samveldiskanslarin hittast í Hvítu húsunum í dag
Olaf Scholz er týskur samveldiskanslari.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.03.2023 - 08:22

Kríggið í Ukraina verður høvuðsevnið, tá ið amerikanski forsetin, Joe Biden, og týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, hittast í Washington í dag.

Teir fara helst eisini at tosa um Kina.

Fundurin verður í Hvítu húsunum og varir í ein tíma, upplýsir eitt amerikanskt embætisfólk.

 

Joe Biden, forseti. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

- Yvirskipaða málið við fundinum er, at teir skulu samskipa ætlanir sínar í sambandi við Ukraina. Men tað er sjálvandi ein møguleiki fyri, at tosað eisini verður um Kina, sigur embætisfólkið.

Seinast, Scholz vitjaði Washington, var stutt fyri russisku innrásina í Ukraina í fjør. 

Í gjár heitt hann á Kina um ikki at senda Russlandi vápn. Lond í Vesturheiminum stúra fyri hesum, og hann heitti á Kina um at leggja trýst á Russland um at enda kríggið.

Kina hevur víst aftur, at ætlanir eru um at senda Russlandi vápn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373