Betri: Framvegis bústaðartrot, men batar eru at hóma

Betri: Framvegis bústaðartrot, men batar eru at hóma
Frá 2012 til 2022 vaks fólkatalið í Føroyum 13 prosent, og samstundis hækkaði miðal sethúsaprísurin 103 prosent
Nú hómast batar, og vøksturin á nýggjum búeindum er nú størri ella á sama stigi sum fólkavøksturin, sigur Betri Banki. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
03.03.2023 - 14:32

Bústaðartrotið er framvegis stórt. Tørvur er á umleið 1100 búeindum, men batar eru at hóma.

Tað metir Betri Banki, sum á heimasíðu síni í dag skrivar, at útboðið av nýggjum bústøðum hevur ikki kunnað fylgt við stóra fólkavøkstrinum, sum hevur verið seinastu 11 árini.

Frá 2012 til 2022 vaks fólkatalið í Føroyum 13 prosent, og samstundis hækkaði miðal sethúsaprísurin 103 prosent.

 

Byggja meir í høvuðsstaðarøkinum

Nú hómast batar, og vøksturin á nýggjum búeindum er nú størri ella á sama stigi sum fólkavøksturin, sigur Betri Banki.

- Vit byggja nú meira, og í mun til fólkatalið eru vit raskari at byggja nýggjar búeindir í høvuðsstaðarøkinum samanborið við restina av Føroyum.

- Enn er tó langt eftir á mál, áðrenn vit hava ein sama fjølbroytta bústaðarmarknað sum í Danmark. Vilja vit hava sama lutfall millum búeindir og fólkata,l sum var í 2012, so mangla umleið 1100 búeindir í Føroyum, og av teimum mangla 630 í høvuðsstaðnum, sigur Betri. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037