Handverksmeistarar: Krav um avkast ger ikki leiguna dýrari

Handverksmeistarar: Krav um avkast ger ikki leiguna dýrari
Bústaðir kunnu byrja við at bjóða fleiri av sínum verkætlanum út millum byggifyritøkur, sigur Føroya handverksmeistarafelag
Handverksmeistararnir hava longu sagt sína hugsan um at broyta lógina um Húsalánsgrunnin. (Savnsmynd)
 
07.03.2023 - 08:48

Hoyringarfreistin er ikki farin enn, men Føroya handverksmeistarafelag hevur longu sagt sína hugsan um broytingina í lógini um Húsalánsgrunnin.

Tað er ikki rætt, at avkastkrav ger leiguna hægri, tí so høvdu Bústaðir longu havt lægri leigu, sigur Handverksmeistarafelagið.

Bústaðir kundu byrja við at bjóða fleiri av sínum verkætlanum út millum byggifyritøkurnar. Hetta hevði givið lægsta prísin fyri verkætlanina og lægri leigu, vísir felagið á.

Føroya handverksmeistarafelag heitir staðiliga á Bústaðir um nettupp at samstarva við privat fyri at gera, sum felagið sigur, fleiri, betri og eisini bíligari leigubústaðir. 

Handverksmeistarafelagið tekur tó undir við, at tað ikki longur verður eitt krav hjá Bústøðum at samarbeiða við privatum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053