Høllin á Hálsi á gosi: Føroyar bastu Rumenia

Høllin á Hálsi á gosi: Føroyar bastu Rumenia
Føroyska hondbóltslandsliðið við monnum vann 28-26 móti Rumenia í høllini á Hálsi í kvøld. Sigurin hevur alstóran týdning í vónini um at røkka EM-endaspælinum
Eitt sigursróp við nógvum kenslum aftanfyri. Føroyska stórtalentið Elias Ellefsen á Skipagøtu feirar, at Føroyar hava vunnið móti risunum úr Rumenia
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.03.2023 - 23:00

Tað var ein rørdur Helgi Hoydal í samrøðu eftir sigurin í EM-undankappingardystinum ímóti Rumenia í høllini á Hálsi í kvøld. 

"Mann umboðar tjóðina, og tað er heilt ótrúligt at vinna ein sovorðnan sigur saman við sínum bestu vinmonnum," staðfesti føroyska verjukempan. 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen


Helgi Hildarson Hoydal brýtur ígjøgnum inn á strikuni. Helgi skoraði tvey mál í dag (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Føroyar byrjaðu ómetaliga sannførandi í fyrra hálvleiki, og tá ið farið varð til hálvleiks, vóru Føroyar frammanfyri við seks málum, 15-9. 
 

Hákun, verjan og málverjin stórspældu

Sum máltalvan vísti í hálvleikinum, so var talan um framúr gott verjuspæl frá føroyskari síðu, har føroyska verjan og málverjin, Nicholas Satchwell, stórspældu. 

Satchwell tók fullkomiliga pippið frá rumensku leikarunum. Ferð eftir ferð stórbjargaði hann, tá ið rumensku risarnir vóru einsamallir ígjøgnum.

Og føroyska verjan vardi mannliga og fekk tikið broddin av rumenska álopsspælinum. Hetta gjørdi, at slovenska dómaraparið oftani hevði armin á lofti fyri passivt spæl. 

Í álopinum var tað serliga Hákun West av Teigum, sum var flúgvandi á høgra vongi. Ja, Hákun var í heimsflokki. 

Átta ferðir fekk hann møguleikan at skora, eisini upp á brotskast, og átta ferðir lá bólturin í málinum. 

Ei undur í, at týska Bundesligafelagið Füchse Berlin hevur ognað sær føroyska høgra vongin. 

 

11 mál

Tá ið dysturin var av, hevði Hákun West av Teigum skotið 11 mál, tíggju í opnum spæli og eitt brotskast.

Hann brendi eitt brotskast ímóti endanum av dystinum, men tíbetur bleiv tað ikki avgerandi fyri dystin.

Við einum málprosenti upp á 91.67%, er helst eingin ivi um, at Hákun West av Teigum var dagsins maður í høllini á Hálsi. 

 

Elias traðkaði í karakter

Spurningurin var nú, um føroyska liðið fór at klára at standa ímóti í seinna hálvleiki, tí einki var at ivast í, at rumensku leikararnir høvdu fingið ein ordans vals í hálvleikinum. 

Alt bendi eisini á, at dysturin fór at blíva javnari enn hálvleiksstøðan gav ábendingar um.

Tíggju minnuttir inn í seinna hálvleik høvdu rumenar etið føroysku leiðsluna upp, og støðan var nú 19-18 til føroyska liðið.

Og tríggjar minuttir seinni stóð púra á jøvnum 20-20.

Men tá ið mest stóð á, traðkaðu stórtalentini, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún, til. Við góðum gjøgnumbrotum og flottum fríspælingum, fingu teir Føroyar framum aftur við skiftivís einum og tveimum málum. 

17 ára gamli Óli Mittún brýtur ígjøgnum og skorar eitt av sínum fimm málum. Unglingin spælir á einum sera høgum altjóða stigi. 


Stuðulin frá áskoðaraplássinum var framúrskarandi í kvøld (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

Og tá ið málverjin Pauli Jacobsen, sum tíðliga í fyrra hálvleiki bleiv útskiftur, kom inn aftur, og hevði nakrar avgerandi bjargingar, so hómaðist føroyska sensatiónin aftur. 

Pauli Jacobsen fekk bóltin fleiri ferðir beint í andlitið, men líka legði reyðhærdi sprellimaður úr Hoyvík í, at nøsin nú var líka reyð sum hárið. Fantastiskt. 

Sigurin ger, at Føroyar nú eru eitt fet nærri EM-endaspælinum í hondbólti, og tað bæði sást og hoyrdist á fólki í høllini á Hálsi. 

Føroyska landsliðið ferðast til Rumenia hósdagin, og útidysturin ímóti rumenum verður leygardagin.

 

Føroyar-Rumenia 
28-25 (15-9)

Føroyskir málskjúttar:
Hákun West av Teigum 11
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5
Óli Mittún 5
Tróndur Mikkelsen 3
Helgi Hildarson Hoydal 2
Leivur Mortensen 2

Føroysku málverjarnir:
Nicholas Satchwell (8/22) 36.36 %
Pauli Jacobsen (5/17) 29.41 %
 

Bólkur 4 Dystir Vunnir Javnir Taptir Málmunur Stig
1. Eysturríki 2 2 0 0 66 : 60 4
2. Rumenia 3 1 0 2 92 : 90 2
3. Føroyar 3 1 0 2 81 : 85 2
4. Ukraina 2 1 0 1 55 : 59 2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221