Infantino afturvaldur til FIFA-forseta

Infantino afturvaldur til FIFA-forseta
Gianni Infantino er afturvaldur sum forseti í altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA. Hann var einasta valevni, og tí var ikki neyðugt við atkvøðugreiðslu
Sterki maðurin í FIFA: Gianni Infantino verður forseti til 2027
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.03.2023 - 11:40

Gianni Infantino er afturvaldur sum forseti í altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, skriva altjóða miðlar.

Eingin stillaði upp ímóti 52 ára gamla sveitsaranum, og tí var ikki neyðugt við atkvøðugreiðslu á FIFA-ráðstevnuni Kigali í Ruanda.

Gianni Infantino hevur hevur sitið í forsetastólinum síðan 2016, og hevur við afturvalinum fingið fýra ár afturat.

 - Tað er ein stórur heiður at vera FIFA-forseti - ein framíhjárættur og ein ábyrgd. Eg eri rørdur av tykkara stuðli og lovi at gera mítt besta fyri øll 211 limalondini, segði Gianni Infantino í takkataluni.

Sambært TV 2 Norge vildu sendinevndirnar hjá Norra, Svøríki, Hollandi, Englandi og Týsklandi ikki taka lut í lógvabrestunum fyri afturvalda forsetanum.

Hevur verið fyri nógvum atfinningum

Gianni Infantino hevur verið fyri nógvum atfinningum síðstu árini - serliga undan heimsmeistarakappingini í Katar, sum var í november og desember. 

Fleiri evropeisk lond hava funnist harliga at forsetanum, millum annað fyri vánaligu korini hjá gestaarbeiðarunum í Katar og fyri skerda talufrælsið, sum bæði spælarar og journalistar vóru fyri undir HM-endaspælinum.

Gianni Infantino hevur kortini sterkar stuðlar aðrastaðni. Hann er væl lýddur í afrikansku, asiatisku, og suðuramerikansku fótbóltssamgongunum, og tørvar tí ikki fulla undirtøku í Evropa.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025