Á Breddanum: Børn aftra seg við at fara í skúla

Á Breddanum: Børn aftra seg við at fara í skúla
Í sendingini í dag verður spurt, hví støðan er versnað
At børn aftra seg við at fara í skúla, er ein vaksandi trupulleiki.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.03.2023 - 09:11

Alt fleiri børn aftra seg við at fara í skúla. 

Orsøkirnar eru ymiskar til hetta fyribrigdi, sum hevur fingið heitið skúlaaftran. 

Í Breddanum í dag verður spurt, hví støðan er versnað.

Talið á skúlabørnum, sum eru partur av sertilboði, er vaksið úr 131 í skúlaárinum 2018/19 upp í 228 í verandi skúlaári.

Og talið á børnum, sum fáa heima- og sjúkraundirvísing, er sama tíðarskeið vaksið úr 40 upp í 52. 

Breddin í útvarpinum og á kvf. klokkan 10.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858