Burn-deildin: H71 tók hálvfinaluplássið frá KÍF

Burn-deildin: H71 tók hálvfinaluplássið frá KÍF
Við sannførandi sigri í Kollafirði ímóti KÍF, tók væl smurda H71-maskinan 2. plássið frá kollfirðingum, og nú bendir nógv á, at hoyvíkingar fara beinleiðis í hálvfinalurnar
H71 var nógv betri í Kollafirði, og er nú bert ein sigur frá hálvfinaluplássinum
 
26.03.2023 - 18:41

Kollfirðingar hava siti á 2. plássinum í Burn-deildini stóran part av kappingarárinum, men nú bert ein dystur er eftir at spæla, er H71 farið avstað við tí.

Hoyvíkingar vunnu í dag sannførandi 28-21 á KÍF í Kollafirði, og eru eitt stig frammanfyri kollfirðingar, nú bert eitt umfar er eftir at spæla í grundspælinum.

H71 sat á dystinum øllum, sum hann var. Teir vunnu sær leiðsluna tíðliga, og hon kom ongantíð í vanda. Peter Krogh hevur styrkt munandi um liðið, síðan hann koma aftur síðst í februar, og í dag skeyt hann átta mál fyri H71. 

Hoyvíkingar taka ímóti Team Klaksvík í síðsta dysti, meðan StÍF vitjar KÍF. VÍF hevur tryggjað sær fyrsta plássið, meðan StÍF, Neistin og Team Klaksvík berjast innahýsis um fjórða plássið.


Høllin í Kollafirði (Burn-deildin)
KÍF - H71, 21-28 (8-14)

Toppskjúttar, KÍF: Vuk Stevanovic 6, Karl Martin Olsen 4, Fríði Weyhe 4
Toppskjúttar, H71: Peter Krogh 8, Bogi Hansen 5, Rói E. á Skipagøtu 4
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083