Netanyahu koyrt verjumálaráðharran frá

Netanyahu koyrt verjumálaráðharran frá
Ísraelski forsetin hevur eisini mælt stjórnini til at sleppa ætlanini um rættarnýskipanina
Mótmælini móti stjórnini í Ísrael halda fram.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.03.2023 - 09:10

- Hetta er ein greiður og ítøkiligur vandi fyri ríkistrygdina, og tað vil eg ikki eiga lut í.

Tað segði ísraelski verjumálaráðharrin, Yoav Gallant, sum leygardagin tók almenna frástøðu frá umstríddu ætlanini hjá ísraelsku stjórnini, um at minka um týdningin av hægstarætti í landinum.

Í gjárkvøldið koyrdi Benjamin Netanyahu, forsætisráðhari, verjumálaráðharran frá, men tað hevur ikki minkað um atfinningarnar móti honum.


Yoav Gallant, verjumálaráðharri, er koyrdur frá. (Ritzau Scanpix)

 

Tvørturímóti halda mótmælini í Ísrael fram. Sambært løgregluni vóru 150 mótmæli ymsastaðni í landinum, m.a. uttan fyri bústaðin hjá Netanyahu.

Í morgun hevur forsetin í Ísrael, Isaac Herzog, mælt stjórnini til beinanvegin at sleppa ætlaðu rættarnýskipanini, sum eftir ætlan skal atkvøðast um í ísraelska parlamentinum í hesi vikuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083