Burn-deildin: Einki broyttist í síðsta umfari

Burn-deildin: Einki broyttist í síðsta umfari
KÍF tekur ímóti Team Klaksvík, og StÍF tryggjaði sær heimavallarfyrimun ímóti Neistanum í komandi fjórðingsfinalunum í landskappingini í hondbólti hjá monnum
Strandingar tryggjaðu sær heimavøll í fjórðingsfinalunum við sigri á KÍF í dag
 
02.04.2023 - 17:32

Einki broyttist í síðsta umfari í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum.

Team Klaksvík tapti tepurt í Hoyvík, og endaði á 6. plássi. Klaksvíkingar skulu tískil á vitjan hjá KÍF í Kollafirði í fjórðingsfinaluni.

Í hinari fjórðingsfinaluni bresta StÍF og Neistin saman. StíF tryggjaði sær heimavallarfyrimunin við at vinna 31-28 á KÍF, meðan Neistin tapti 33-29 á VÍF í Havn í dag.

VÍF vann grundspælið við 28 stigum, meðan H71 endaði á 2. plássi við 23 stigum. Hesi bæði liðini fara beinleiðis í hálvfinalurnar.


H71 og Kyndil fremst hjá kvinnum

Hoyvíkskvinnur, sum fyri langari tíð síðan hava tryggjað sær 1. plássið í grundspælinum, vunnu tepurt á Stjørnuni í gjár.

Kyndil vann á VB, og tær grønu fingu 2. plássið og fara í hálvfinalurnar saman við H71.

Í fjórðingsfinalunum skal Neistin, sum endaði nummar trý í grundspælinum, spæla á heimavølli ímóti antin VB ella StÍF. Hesi bæði liðini spæla avgerandi dyst í Vági, har strandingar við einum sigri, kunnu taka 6. plássið frá VB.

Hin fjórðingsfinalan verður í Klakvík millum Stjørnuna á 4. plássi og VÍF, sum endaði á 5. plássi í grundspælinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083