Lokal list við Gøtugjógv

Lokal list við Gøtugjógv
Fleiri av listafólkunum hava verið við til hesa árligu páskaframsýning í mong ár
Listaframsýning er við Gøtugjógv í dag.
 
09.04.2023 - 10:53

Í dag klokkan 15 letur upp listaframsýning í fimleikahøllini í skúlanum við Gøtugjógv.

Tað eru lokal listafólk - bæði yngri og eldri - sum sýna fram, og talan er um málningar, tekningar, glaslist og aðra tøkni. Fleiri av listafólkunum hava verið við til hesa árligu páskaframsýning í mong ár, men summi sýna nú fram fyri fyrstu ferð, skrivar Eysturkommuna í tíðindaskrivi.

Framsýningin er fjølbroytt innihaldsliga við bæði keiputekningum, sci-fi, náttúrumyndum, still-leben og øðrum listastílum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952