Brúk fyri meira enn einari milliard um árið til íløgur

Brúk fyri meira enn einari milliard um árið til íløgur
Men til tess eru hvørki pengar ella byggiorka, stendur í uppriti hjá Fíggjarmálaráðnum
Nógvir bunkar av pengum skulu til íløgurnar næstu árini.
 
09.04.2023 - 15:09

Skulu allar íløgurnar í einum uppriti hjá Fíggjarmálaráðnum um íløgur næstu 15 árini gerast, skal stívliga ein milliard krónur brúkast um árið, ella neyvari 1,2 milliardir um árið. 

Og til tess eru hvørki pengar ella byggiorka.

Ikki uttan so, at skuldin hjá landskassanum veksur nógv.
 
Roknast kann við, at tað verður torført hjá landinum at brúka meira enn 550-600 mió. kr. um árið, tí byggiorkan er avmarkað.

Uppritið hjá Fíggjarmálaráðnum er við sum fylgiskjal við uppskotinum um játtanarkarmar, sum kom í løgtingið beint fyri 1.apríl.

Har stendur, at til ber at gera íløgur fyri 550 mió. kr. um árið, uttan at taka lán.

Tá vera íløgur gjørdar fyri átta-níggju mia.kr. næstu 15 árini

So ein raðfesting má gerast, skal skuldin ikki vaksa munandi, stendur í uppritinum. 

Langtíðarætlan

Fíggjarmálaráðið mælir tí til, at arbeitt verður við einari langtíðar íløguætlan fyri tað almenna.

Og, at politisk støða verður tikin til almennu íløguverkætlanirnar og, hvussu tær skulu fíggjast.

Eitt gott amboð er, sigur Fíggjarmálaráðið, at meta kostnaðin og nyttuna á ymiskum almennum íløgum, gera kostnyttu-greiningar.

Tær kunnu serliga nýtast til at greina íløgur í undirstøðukervið.

Kommunurnar hava brúk fyri níggju milliardum í íløgum næstu 15 árini.

Og so eru íløgur, sum ikki nýtast at ávirka lánførið hjá landinum, tí tær eru brúkarafíggjaðar, til dømis SEV, fyri 6,5 mia.kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655