Hava selt makrel og sild til Russlands fyri 105 mió. kr.

Hava selt makrel og sild til Russlands fyri 105 mió. kr.
Útflutningsvirðið nú er tað sama, sum tað var í februar í fjør
Í februar í ár vóru makrelur, sild og svartkjaftur útflutt til Russlands fyri 105,4 milliónir krónur, vísa tøl hjá Hagstovuni. (Savnsmynd)
 
18.04.2023 - 13:04

Føroyski útflutningurin til Russlands minkaði nógv á vári í fjør. 

Men útflutningsvirðið nú er tað sama, sum tað var fyri februar 2022.

Útflutningurin av uppsjóvarfiski til Russlands er ikki steðgaður. 

Í februar í ár vóru makrelur, sild og svartkjaftur útflutt til Russlands fyri 105,4 milliónir krónur. 

Í februar í fjør var útflutningurin hagar 58,8 milliónir krónur.

Annars var útflutningurin 12,4 mió. kr., tað mesta er olja til russisk skip í Føroyum. 

Føroyar útfluttu tilsamans fiskavørur fyri slakar 13 milliardir frá mars í fjør til februar í ár.

Útflutningurin er 23 prosent størri enn var frá mars í 2021 til februar 2022, skrivar Hagstovan.

 

 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083