Nevndin kann framvegis bara eiga 10 prosent

Nevndin kann framvegis bara eiga 10 prosent
Partaeigararnir í Bakkafrosti vilja ikki broyta ásetingina, og tí er broytingaruppskotið tikið aftur
Partaeigararnir vilja ikki, at nevndin skal fáa heimild at keypa meira enn 10 prosent av partabrøvunum.
 
21.04.2023 - 13:47

Nevndin í Bakkafrosti sleppur ikki at keypa so nógv partabrøv, so felagið sjálvt eigur meira enn 10 prosent av partabrøvunum.

Tað vilja partaeigarar ikki. 

Nevndin hevði annars uppskot til aðalfundin um eina viku, at nevndin aftur fær heimild til at keypa egin partabrøv uttan avmarking. 

Sambært galdandi viðtøkum fór hendan heimildin úr gildi á aðalfundinum 2022.

Í gomlu heimildini var tó ein avmarking, sum segði, at nevndin kundi í mesta lagi keypa egin partabrøv, svarandi til 10 prosent av partapeninginum. 

Bakkafrost, laksur

Frítekst tagging: 

Nevndin vildi hava hesa avmarkingina strikaða í nýggju heimildini.

Sambært broytingaruppskotinum til aðalfundin, skuldi hendan heimildin vera galdandi til aðalfundin 2028.

Men í gjár boðaði Bakkafrost keypsskálanum í Oslo frá, at broytingaruppskotið verður tikið aftur, tí partaeigarar hava boðað frá, at teir eru ikki so nøgdir við, at avmarkingin verður strikað. 

Tí verður avmarkingin, 10 prosent, framvegis galdandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083