Havnaruppgerð í fjórðingsfinalunum

Havnaruppgerð í fjórðingsfinalunum
B36 tekur ímóti HB í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið, meðan B68 og EB/Streymur taka ímóti 1.deildarliðum
B36 sendi í kvøld KÍ úr steypakappingini, og í fjórðingsfinaluni bíðar HB
 
22.04.2023 - 21:40

Lagt er upp til stórdyst í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið.

B36, sum í kvøld sendi KÍ úr steypakappingini, tekur ímóti HB, sum fríggjakvøldið gjørdi tað saman við Víking. Tað er greitt eftir lutakastið á Televarpinum.


Betri ímóti 1. deild

Bæði B68 og EB/Streymur fáa mótstøðu úr næstbestu deildini í fjórðingsfinalunum.

Talan verður um grannauppgerð á Svangaskarði millum toftamenn og NSÍ, sum sostatt fær møguleikan at hevna ósigurin í fjør, ið sendi runavíkingarnar niður.

EB/Streymur tekur ímóti Skála, sum hevur fingið góða byrjan í 1. deild í ár.

Í fjórða dystinum tekur AB ímóti 07 Vestur. Lutakastið hevur við sær, at bert eitt av 'topp fýra' liðunum í Betri-deildini síðstu árini, verður við í hálvfinalunum.


Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini (9. mai):
EB/Streymur - Skála
B36 - HB
B68 - NSÍ
AB - 07 Vestur







 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715