- Tíðindi, mentan og ítróttur
Korn-avtalan fyri Svartahavið í vanda
ST og Russland hava annars verið samd um at útflutningurin av korni og øðrum landbúnaðarvørum gjøgnum havnirnar í sunnara parti av Svartahavinum skal halda fram, hóast kríggj er í økinum. Turkaland og ST hava eftirlit við hesum útflutningi, sum hevur stóran týdning fyri matvørutrygdina í fleiri av heimsins londum.
Fríggjadagin skrivaði japanski miðlilin Kyodo, við keldum úr japansku stjórnini, at G7-londini umhugsa at herða tiltøkini móti Russlandi munandi, soleiðis at nærum allur útflutningur til Russlands verður bannaður. Málið skal vera umrøtt, tá uttanríkisráðharrarnir í G7-londunum hittust fyrr í vikuni.
Avgerðin um herd tiltøk skal møguliga takast, tá G7-londini hittast í japanska býnum Hiroshima, dagarnar frá 19. til 21 mai.
Ætla at herða tiltøk
Japan er vertur fyri toppfundinum, har USA, Bretland, Frakland, Týskland, Italia, Kanada og ES eru við. Japanski forsætisráðharrin, Fumio Kishida, hevur boðið ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyy at vera við á fundinum online.
Ukraina roynir av øllum alvi at ávirka japanska formansskapin fyri G7-fundin til at seta hart móti hørðum móti Russlandi. Ukrainska stjórnin vísir á, at tey hava skrásett 77.000 krígsbrotsverk, sum Russland hevur framt í Ukraina síðani innrásina 24.februar í fjør.
Umframt at herða tiltøkini móti Russlandi umhugsa G7-londini eisini at seta tiltøk í verk móti teimum triðjalondum, sum stuðla Russlandi.
Tíðindini um herd handilstiltøk móti Russlandi hava fingið Medvedev at svara aftur við hóttan um at steðga útflutninginum av korni – og øðrum vørum – úr Ukraina. Boðini sendir hann altjóða samfelagnum umvegis miðilin Telegram.