Kinesiski og ukrainski forsetin hava havt fund

Kinesiski og ukrainski forsetin hava havt fund
Kina hevur tikið uppaftur, at landið er til reiðar at royna semju millum Russland og Ukraina
Kinesiski forsetin, Xi Jingping.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
26.04.2023 - 14:26

Fyri fyrstu ferð síðani russisku innrásina í Ukraina í februar í fjør hava kinesiski forsetin, Xi, og ukrainski forsetin, Zelenskyj, tosað saman á fundi.

Tað skriva fleiri altjóða tíðindamiðlar, millum annað Reuters sambært DR.

Um somu tíð skrivaði Zelenskyj á Twitter, at hann hevði havt eina drúgva og innihaldsríka samrøðu við Xi, og at samrøðan eftir hansara tykki fer at skunda undir framgongdina av tvílandasamstarvi.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Sambært Reuters hevur Kina endurtikið málið hjá sær um at fáa Russland og Ukraina at sessast við fundarborðið og fáa gongd á friðarsamráðingar, við Kina sum semingslandi.

Russiska uttanríkisráðið hevur eisini gjørt viðmerkingar til kinesisku  útsøgnina við orðum sum - Vit síggja, at Beijing er klárt at standa fyri samráðingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083