Russland vísir 10 fólkum á norsku sendistovuni av landinum

Russland vísir 10 fólkum á norsku sendistovuni av landinum
Noreg sigur, at hetta er hevnd fyri, at starvsfólk á russisku sendistovuni í Oslo vóru víst av landinum herfyri
Robert Kvile er norskur sendiharri í Moskva.
Mynd: NRK  
 
26.04.2023 - 14:48

Tíggju norsk sendifólk eru óynskt í Russlandi og fólkini, sum hava starvast á norsku sendistovuni í Moskva, hava fingið boð um at fara av landinum sum skjótast.

Norska uttanríkismálaráðið sær hetta sum ein hevndaratsókn, nú 15 starvsfólk av russisku sendistovuni í Oslo vóru send av landinum, tí illgruni er um, at tey hava fingist við njósning í Noregi

Norski sendiharrin, Robert Kvile, var boðsendur á fund við russiska uttanríkisráðið í morgun. Har fekk hann at vita, at fleiri sendifólk eru lýst óynskt í Russlandi, sigur Kvile við NRK.

Ragnhild Simenstad, talsfólk fyri norska uttanríkisráðið, sigur, at Russland svarar aftur upp á tey 15 russisku starvsfólkini, sum eru óynskt í Noregi.

- Men vit síggja russiska átakið sum eina hevnd. Norsku sendifólkini í Russlandi reka púra vanligt sendistovuarbeiði, og tað vita russarar væl av, sigur hon. 

Simenstad metir eisini atferðina hjá Russlandi vera í stríð við Wien-sáttmálan um diplomatiskt millumtjóðasamband, sigur Ragnhild Simenstad, við NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083