Fleiri russisk álop í Ukraina

Fleiri russisk álop í Ukraina
Hetta er fyrstu ferð í 51 dagar, at høvuðsstaðurin Kyiv er raktur av luftálopi
Fýra fólk doyðu og 17 vóru særd í býnum Uman, miðskeiðis í landinum, tá rakettir rakru eitt bústaðarøki.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.04.2023 - 09:20

Russisk luftálop hava rakt býir ymsastaðni í Ukraina, eisini høvuðsstaðin Kyiv. Í minsta lagi níggju fólk hava latið lív.

Teirra millum ein mamma og trý ára gamla dóttir hennara í býnum Dnipro, sambært borgarstjóranum í býnum.

Fýra fólk doyðu og 17 vóru særd í býnum Uman, miðskeiðis í landinum, tá rakettir rakru eitt bústaðarøki, skrivar bretska kringvarpið.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Tað hava eisini verið spreingingar í býnum Kremenchuk og Poltava, sambært tíðindastovuni Interfax.

Hetta er fyrstu ferð í 51 dagar, at høvuðsstaðurin Kyiv er raktur av luftálopi.

Einki er frætt um, at sivilfólk hava fingið skaða í Kyiv.

Álopið rakar, nú tað verður væntað, at ukrainski herurin ger seg kláran til mótálop við nýggjum útbúnaði, eisini stríðsvognum, frá teimum sameindu í vesturheiminum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329