Landsliðið seinkað til Eysturríkis

Landsliðið seinkað til Eysturríkis
Manslandsliðið í hondbólti, sum í morgin klokkan 17 spælir seinasta og avgerandi dystin í EM-undankappingini í Eysturríki, mundi ikki sloppið avstað í morgun.
Tað var so dánt, at stundir góvust til at taka eina mynd, tá ið hondbóltslandsliðið í skundi mátti renna frá einum flogfari til annað í Kastrup seinnapartin
Mynd: Hondbóltssamband Føroya  
 
29.04.2023 - 20:06

Fyrst skuldi ferðalagið, ið telur landsliðshópin og 35 stuðlar, fara úr Vágum klokkan 8.20, men eitt tekniskt brek seinkaði fráferðina, so hon ikki var fyrr enn klokkan 11.

Tá ið landsliðið so lendi í Kastrup, vóru bara trý korter til at fáa fólk og viðføri við í Swiss Air-flogfarið, ið ferðalagið skuldi víðari við.

Men við góðari hjálp frá Atlantsflogi og “góða hondbóltsvininum, Ásvaldi Simonsen”, sum Hondbóltssambandið tekur til á sínum Facebook-vanga, eydnaðist at hála í nakrar træðrir og fáa útsett flogfarið í eitt korter, so øll og alt komu umborð í øllum góðum.

Spæla í stórhøll
Ferðalagið kom til Zürich í Sveis seint seinnapartin og skuldi so víðari í bussi í hálvanannan tíma til Bregenz í Eysturríki, har dysturin verður spældur.

Hóast heldur knortlutu ferðina, venur landsliðið í kvøld í stórhøllini, Handballarena RiedenVorkloster, sum í hevur pláss fyri 1600 áskoðarum.

Dysturin millum Eysturríki og Føroyar verður vístur í sjónvarpinum og byrjar sendingin í morgin klokkan 16.30.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083