Fetið ímóti EM-endaspælinum

Fetið ímóti EM-endaspælinum
Taktikkurin er lagdur og síðsta venjing hevur júst verið, undan stóra dystinum móti Eysturríki
Bregenz Arena
 
29.04.2023 - 21:33

Í morgin skal tað røkka ella støkka. Føroyar hava møguleika at spæla seg í eitt endaspæl fyri fyrstu ferð nakrantíð við einum liðítrótti. 

Føroysku hondbóltsmenninir hava vant fyri seinastu ferð í kvøld, áðrenn brakið móti Eysturríki. 

Spælararnir eru sum vera man spentir og ein teirra, sum stór ábyrgd liggur á, er málverjin Pauli Jacobsen. 

- Eg eri ótrúliga spentur. Vit hava arbeitt leingi og miðvíst ímóti hesum møguleikanum. Hetta er tann størsti landsdysturin hjá okkum higartil. 

Føroyski málverjin stóð ein framúr góðan dyst ímóti Ukraina mikukvøldið, men mótstøðan í morgin verður harðari. Sprellimaðurin í føroyska málinum hevur fyrireikað seg til avbjóðingina. 

- Eg havi hugt eftir teimum undanfarnu dystunum, sum Eysturríki hevur spælt og notera mær hvar teirra spælarar skjóta. Eg havi eisini roynt at fyrireika meg mentalt, so at eg eri til reiðar upp á ta mótstøðu, sum vit uttan iva fáa, greiðir Pauli Jacobsen frá.

Hevur góðar vónir
Málverjin heldur, at Føroyar hava ein kjans at fáa stig og avgera lagnuna sjálvir, hóast Eysturríki hevur vunnið allar sínar dystir higartil. 

- Eg meti okkum hava ein góðan møguleika at fáa eitt gott úrslit í morgin, og tað er avgjørt stigi vit fara eftir. Seinast vit hittu Eysturríki, spældu vit upp til teir. Síðan tá hava vit ment okkum sum lið, samstundis sum lyklaleikarar eru aftur eftir skaða, sigur ein vónríkur Pauli Jacobsen. 

Tað er púra greitt, at ein javnleikur ella sigur móti Eysturríki tryggjar føroysku hondbóltsmonnunum atgongd til EM-endaspælið í Týsklandi í januar 2024. Um Føroyar tapa, fellir avgerðin við málmuni millum tey lond, ið kappast um síðstu EM-plássini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. januar
Dávid Reynheim er á breddanum
203302
Týsdag 27. januar
EM-tíðindi 27. januar 2026
203300
Týsdag 27. januar
RagnarRokk: JJ Peters um Saudade
203294
Týsdag 27. januar
Breddin: Skotini í Minneapolis
203289
Týsdag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 26.januar 2026
203266
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084