Føroysku fótbóltskvinnurnar skulu eystureftir

Føroysku fótbóltskvinnurnar skulu eystureftir
Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum skal spæla ímóti Aserbadjan, Montenegro og Kýpros í fyrstu Nations League-kappingini, sum byrjar í heyst
Spanska Verónica Boquete úr Fiorentina hjálpti til við lutakastinum í dag
Mynd: FSF  
 
02.05.2023 - 13:19

Føroyar skulu royna seg ímóti Aserbadjan, Montenegro og Kýpros, tá fyrsta Nations League-kappingin fyri fótbóltslandslið við kvinnum verður seinni í ár.

Tað er greitt eftir lutakastið á middegi.

Teir seks dystirnir í bólkaspælinum verða spældir í trimum umførum í ávíkavist september, oktober og desember. Finalurnar verða á vári 2024, skrivar FSF.

Fyri kortum setti Fótbóltssambandið nýggjan venjara, eftir at Lene Terp segði seg úr starvi. Signe Pries Andersen byrjar formliga í landsliðsvenjarastarvinum í juni, men var til staðar til lutakastið í dag.

Í fleiri umførum hava føroysku landsliðsspælararnir gjørt vart við, at Nations League-kappingarskipanin hóskar Føroyum betri enn vanliga undankappingarnar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595