Um vit selja størri ognarpart, kann BankNordik verða uppkeyptur 

Um vit selja størri ognarpart, kann BankNordik verða uppkeyptur 
Avleiðingin kann vera, at høvuðssæti bankans verður flutt úr Føroyum, sigur løgmaður í svari til Erling Eidesgaard, løgtingsmann
Ein atkvøðuavmarking upp á 10 prosent tryggjaði, at eingin einstakur eigari kundi fáa fult ræðið á BankNordik, sigur løgmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.05.2023 - 15:35

- Um landið fer at selja ein størri part av av sínum ognarluti í BankNordik, kunnu viðtøkurnar broytast, uttan at landsstýrið hevur møguleika at forða fyri tí. 

Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til skrivligan spurning frá Erlingi Eidesgaard, løgtingsmanni, um almenna ognarlutin í BankNordik í løgtinginum seinnapartin.

Landið eigur í dag 34,8 prosent í BankNordik. Tá ið atkvøðast skal, hevur landið tó bara 10 prosent av atkvøðunum. 

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Ber til at minka ognarlutin

Løgmaður segði, at tað er møguleiki at minka ognarlutin hjá landinum í BankNordik, men tað er ein politiskur spurningur, um hetta skal broytast.

Løgmaður vísti á, at um landið fer at selja ein størri part, ber til dømis til at taka 10 prosent atkvøðuavmarkingina av, uttan at landsstýrið kann forða fyri tí. Avleiðingin kann vera, at bankin verður keyptur av einum øðrum banka, og høvuðssæti bankans verður flutt úr Føroyum.

 

Erling Eidesgaard, løgtingsmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Varðveitast sum sjálvstøðugur banki

Tá ið bankin var einskildur, vildi landið, at bankin skuldi ikki seljast einum strategiskum íleggjara, tað vil siga einum øðrum banka, men skuldi varðveitast sum ein sjálvstøðugur banki, og tískil seljast til fíggjarligar íleggjarar, stovnsligar íleggjarar og privatpersónar.

Ein atkvøðuavmarking upp á 10 prosent tryggjaði, at eingin einstakur eigari kundi fáa fult ræðið á bankanum, segði Aksel V. Johannesen í svarinum til Erling Eidesgaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521