Læknakanning dagførd

Læknakanning dagførd
Í dagføringini skal læknin nú gera ítøkiliga meting, um sjófólk er skikkað til at røkja starv á skipi hóast ávísa sjúku 
Sjófólk skulu kannast hjá lækna fyri at fáa starv á sjónum.
 
07.05.2023 - 16:30

Læknakanningin, sum sjófólk skulu hava, verður dagførd.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur sent uppskot um tað til hoyringar.

Umframt dagføring er ætlanin seta í gildi partar av vegleiðing frá ILO og IMO frá 2013 um læknakanning fyri sjófólk. 

Ætlanin er eisini, at útlendsk heilsuprógv undir ávísum treytum skulu vera góðkend at nýta umborð á føroyskum skipum.

Í dagføringini skal læknin nú gera ítøkiliga meting, um sjófólk er skikkað til at røkja starv á skipi hóast ávísa sjúku. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454