Finskt Rammstein-cha cha cha og kroatiskt ellisheimsdrag

Finskt Rammstein-cha cha cha og kroatiskt ellisheimsdrag
Norðurlond stóðu seg væl í fyrru hálvfinaluni í Eurovision, ið borðreiddi við øllum frá finskum cha cha cha til kroatiskt dragshow og ein floytuspælandi dvørg
Let 3 úr Kroatia og teirra "Mama ŠČ!" eru sum ein Lars von Trier-filmur. Tú kanst altíð kjakast um, hvørt hann var góður, men tú gloymir hann ongantíð.
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
10.05.2023 - 02:08

Fyrra hálvfinalan í Eurovision-sangkappingini, ið er í Liverpool Arena við Mersey-ánna í hesum døgum, skuffaði á ongan hátt allar teir túsundtals Eurovision-fjeppararnar, sum eru komnir til enska tónleikabýin at uppliva serliga Eurovision-hýrin. 

Tað vóru 'fest og farvur' í Liverpool Arena týskvøldið, ið var á tremur við veitsluhýrdum og glaðum fólkum frá gólvinum upp undir tromina. 

Og fyrra hálvfinalan hevði alt tað, ið ein kundi ynskja sær av hesi serligu sangkapping, sum ongantíð hevur verið betur umtókt, enn hon er í løtuni. 

Svøríki kom við besta poppsanginum og størstu poppstjørnuni, sjálvandi, "Tattoo" og Loreen.

Finnland borðreiddi líka sjálvsagt við nøkrum so skítsvøkum sum Rammstein-Cha-cha-cha rútmum og dansi.

Og Kroatia møtti upp við einum drag-showi, ið tóktist hava sín uppruna í døgurðatímanum á einum kroatiskum ellisheimi, ella út móti morgni í onkrum brúnum vertshúsi. 

Ja, hvat skal mann siga til Let 3 og teirra "Mama ŠČ!"? 

 

Norðurlendskir stórfavorittar

Fleiri av størstu favorittunum at vinna Eurovision-sangkappingina í ár vóru við í fyrru hálvfinaluni.

Serliga stuttligt í ár er tann sannroynd, at allir hesir favorittar eru norðurlendskir. 

39 ára gamla Loreen úr Svøríki, sum í 2012 vann Eurovision-sangkappingina við "Euphoria", er aftur í ár spádd at enda fremst við sanginum "Tattoo".

Og tann spádómurin stendur við eftir framførsluna í fyrru hálvfinaluni, har Loreen var sera sannførandi og fekk góða móttøku frá fólkunum í Liverpool Arena. 

Tað eru bara trý viðurskifti, ið kunnu seta fót fyri  Loreen og "Tattoo." 

Tað fyrsta er tann sannroynd, at Loreen vann Eurovision-sangkappingina í 2012, og fólk tí halda, at tað er eitt sindur moðið, at hon er við aftur í ár. 

Í øðrum føri líkist "Tattoo" í so nógv "Euphoria". "Sangirnir eru systkinabørn," heldur onkur fyri, og tað er í grundini væl sagt, tí spælt verður upp á nógvar av teimum somu tangentunum í "Tattoo" sum í "Euphoria".

 

Käärijä lyfti takið

Tað triðja er finski Käärijä og hansara "Cha Cha Cha". 

"Cha Cha Cha" var so nógv tann best umtókti sangurin í Liverpool Arena í gjárkvøldið, og tað er ikki ov nógv sagt, at takið hevði hug at lyfta seg uppfrá teir tríggjar minuttirnar, sum "Cha Cha Cha" hjá Käärijä er til longdar. 

Eisini norska Alessandra og hennara fantasy-sangur "Queen of Kings" stóð seg væl í myndini. 

Alessandru verður spátt eitt sætta pláss, meðan Svøríki og Finnland enda á fyrsta og øðrum plássi sambært spádómarunum. 

 

Ísraelskt og kekkisk poppsprund

Norðurlendsku sangirnir sleppa tó ikki at avgera alt sínámillum, tí í fyrru hálvfinaluni vóru fleiri sangir, ið eisini kunnu gera seg galdandi í finaluni. 

Serliga ísraelska poppsprundið Noa Kirel og sangurin "Unicorn" fingu sera góða móttøku í Liverpool Arena. 

"Do you wanna see me dance?" spyr Noa Kirel í sanginum "Unicorn", og svarið í Liverpool Arena var eitt greitt ja!

Girlpower-sangurin "My Sister's Crown" hjá kekkiska folk-kvinnubólkinum Vesna talaði væl til áhoyrarafjøldina bæði á gólvinum og uppi á sitiplássunum í Liverpool Arena.

Pasha Parfeni úr Moldova fekk eisini lív í áhoyrararnar í Liverpool Arena í gjárkvøldið við sínum sangi "Soarele și Luna". Framførslan hevði alt frá vøkrum sprundum og duldarfullum myndum til ein floytuspælandi dvørg.

So veit mann, at mann er til Eurovision-sangkappingina. 

 

Rani hevur góðar vónir

Størsti spenningurin millum føroyingar er sjálvandi, hvussu tað fer at gangast Rana Petersen úr Havn, sum hósdagin skrivar føroyska tónleikasøgu, tá ið hann sum fyrsti føroyingur higartil trínur á Eurovision-pallin við sanginum "Breaking My Heart". 

Rani Petersen, sum spælir tónleik undir navninum Reiley, hevur góðar vónir til seinnu hálvfinaluna hóskvøldið. Rani heldur seg hava eina av størstu pallsetingunum av øllum í ársins Eurovision-sangkapping. 

Hesum greiddi Reiley frá í tíðindunum í gjárkvøldið. 

 

Reiley_um_Eurovision_09052023

 

Ein longri samrøða verður eisini við Reiley í "Góðan morgun Føroyar."

Veddingarfyritøkurnar eru tó ikki so sannførdar, sum Reiley sjálvur er, tí hann liggur á vippuni til at sleppa við í finaluna, sum verður leygarkvøldið. 

 

Føroyar høvdu ikki smæðst burtur

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum, verður millum áskoðararnar til seinnu hálvfinaluna í Liverpool Arena hóskvøldið. 

Málið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, er at arbeiða fyri føroyskum EBU-limaskapi, tí Føroyar eru ein partur av altjóða samfelagnum, og tað er umráðandi, at Føroyar eisini vísa seg fram. 

Hesum greiddi hon frá í Degi og viku:

230509_DV_EUROVISION

Og út frá tí, sum var at hoyra í fyrru Eurovision-hálvfinaluni í Liverpool Arena, so høvdu føroysk tónlistafólk á ongan hátt smæðst burtur, tí stigið á sangunum og framførslunum var á ongan hátt ræðandi høgt. 

Høgt var hinvegin stigið á ensku framleiðsluni av Eurovision, ið var ein fragd at uppliva bæði á skíggjanum og í sjálvari Liverpool Arena. 

 

Fyrstu 10 londini

Tey fyrstu 10 londini, ið hava sungið seg í Eurovision-finaluna, eru:

-  Kroatia
-  Moldova 
-  Sveis 
-  Finnland 
-  Kekkia 
-  Ísrael 
-  Portugal
-  Svøríki
-  Serbia 
-  Noreg

Har umframt eru The Big 5-londini, sum eru Bretland, Týskland, Frakland, Italia og Spania sjálvskrivað í finaluni.

Orsøkin til tess er, at hesi londini eru tey, ið gjalda mest til European Brodcasting Union, EBU, sum er felagsskapurin, ið skipar fyri Eurovision-sangkappingini. 

Vinnari frá í fjør, Ukraina, er eisini sjálvskrivað í finaluni. 

Seinna hálvfinalan, tá ið Reiley syngur fyri Danmark við "Breaking My Heart", verður hóskvøldið klokkan 20, og verður send beinleiðis í sjónvarpinum kl. 20-22.10. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982