Veðrið: Oysregnaði á hásumri

Veðrið: Oysregnaði á hásumri
Aftan á ein rættiliga turran juni við bert fáum brúgvaløgum, gjørdi regnið av, at koma fram við Føroyum á júst ársins longsta degi
Eftir oysregnið kagaði morgunsólin fram í Tórshavn um átta tíðina
Mynd: Veðurstovan  
 
22.06.2023 - 12:26

Látrýst sendi brúgvaløg yvir oyggjarnar

Syndarin var eitt lágtrýst, sum ferðaðist norðureftir, ið tók eina sjáldsama leið eystur um Føroyar og sendi brúgvaløg við regni yvir oyggjarnar. Regnið byrjaði sunnanfyri, men var yvir Føroyum um kvøldið og náttina. Tær almennu mátingarnar hjá Veðurstovu Føroya vísa, hvussu nógv regn kom niður:

 

Regn í Tórshavn í gjár og í nátt. Mynd: Veðurstova Føroya

 

 

Regn á Eiði í gjár og í nátt, Mynd: Veðurstova Føroya

 

Regn í Fugloy í gjár og í nátt. Mynd: Veðurstova Føroya

 

Tað stoytti niður

Á myndunum sæst, at í Tórshavn regnaði tað ímillum kl. 19 og kl. 01 um náttina. Men tað kom mest niður ímillum kl 22 og 23, nevniliga 7,2 mm. Mátingarnar á Eiði vísa, at regnið vardi longri norðanfyri.

Men hinvegin regnaði tað minni intensivt, í mesta lagi 3,2 mm eftir einum tíma. Tað byrjaði at regna eitt sindur seinni í Fugloy, eitt sindur eftir midnátt, men regnið vardi alla náttina, tó í minni mongdum, sum leið á náttina.

Í flestu støðum var slitið í í morgun, og morgunsólin kagaði fram. Vit vænta, at sólin fer at verða frammi nógvastaðni kring Føroyar í dag.

 

Kelda: Jeanne Mangerel, veðurfrøðingur á Veðurstova Føroya

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391