Bót fyri villleiðandi marknaðarføring

Bót fyri villleiðandi marknaðarføring
Føroya Tele sleppur undan at fara í rættin, tí felagið hevur góðtikið eina bót uppá 40.000 kr.
 
25.09.2013 - 08:45

Føroya Tele hevur fingið 40.000 kr. í bót fyri vill-leiðandi marknaðarføring.

Um eina viku skuldu fútin og P/f Telefonverkið í Føroya rætt at viðgera eitt revsimál um vill-leiðandi marknaðarføring.

Men málið er longu avgreitt og endað.

Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele, sigur, at Brúkaraumboðið meldaði Føroya Tele.

Orsøkin var ein skeivur minsti-prísur í blaðnum Títt Tele, sum kom í desember í 2010.

Skeivi minstiprísurin gekk aftur gjøgnum alt blaðið.

Stjórin sigur, at talan var um eina roknivillu hjá Føroya Tele. Men tað var ikki tilvitað, sigur hann.

Føroya Tele varð meldað fyri at bróta marknaðar-føringar-lógina, tí felagið lýsti við skeivum prísi.

Í august endaði málið so, tá Føroya Tele góðtók eitt sektar-uppskot, sum var 40.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585