U21-HM: Eingin Elias - eingin trupulleiki

U21-HM: Eingin Elias - eingin trupulleiki
Eykamenninir hjá føroyska U21-hondbóltslandsliðnum fingu møguleikan ímóti Portugal í dag. Teir tóku av í stórum stíli og tryggjaðu Føroyum fyrsta plássið í miðumfarinum
Bjarni í Selvindi var føroyskur toppskjútti saman við Boga Hansen. Teir skutu átta mál í part
Mynd: IHF  
 
26.06.2023 - 15:55

Swiss Life Hall, Hannover (U21-heimsmeistaraheitini)
Føroyar - Portugal, 27-19 (15-10)

Uttan Elias á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og hinar, sum vanliga byrja inni, vann U21-hondbóltslandsliðið uttan trupulleikar á Portugal og tryggjaði sær fyrsta plássið í miðumfarinum. 

Aleksandar Lacok, sum varð kosin dagsins maður, Bjarni í Selvindi og Bogi Hansen stóðu sterkast í myndini, men talan var um eitt sannførandi føroyskt liðavrik, í síðsta dystinum áðrenn leiðin gongur til endaumførini í Berlin.

Portugal hevði eina tepra leiðslu tíðliga í dystinum, men so hvørt sum fyrri hálvleikur leið, fóru Føroyar framum. Dystarmyndin var hin sama eftir steðgin, og tá 'Sasha' Lacok stongdi málið síðstu minuttirnar, endaði tað í roynd og veru við stórsigri. 

Elias á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og Pauli Jacobsen eru ivaleyst til reiðar at koma inn aftur, men føroysku venjararnir nýtast ikki at óttast fyri at senda 'B-ketuna' á vøllin. Tað hava teir lært av sigrinum í dag.


Aleksandar Lacoc úr Neistanum stóð ein sera góðan dyst ímóti portugisunum. MYND: IHF

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV